23-10-2018 |

Finn Bærentsen gjørdist einans 64 ára gamal


Mansliðið hjá Kyndli hevur ofta havt góðar málmenn. Ikki minst í 70unum, tá ið Jørleif Kúrberg og Finn Bærentsen kappaðust um starvið.  Jørleif var væl eldri og hevði vart málið síðan 1961, tá ið tann blaðungi Finn spældi sín fyrsta dyst á besta liðnum í 1972.

Nú eru báðir farnir. Jørleif doyði í apríl í ár, og 13. oktober slóknaði Finn einans 64 ára gamal.

Finn var málmaður á einum góðum unglingaliði í felagnum, haðani nakrir seinni komu á 1. lið. Umframt Finn var talan um Jakku Heinesen, Palla Askham og Áka Davidsen.

Finn hevði sera góð evni sum málmaður. Hann var stórur, sterkur og kimiligur, og hann hevði temperament.  Hann dugdi væl at lesa spælið og stóð púra róligur, tá ið menn lupu inn fríir. Tað ørkymlaði ofta álopsspælarar. Hann var ein av okkara allarbestu málverjum. Okkurt árið royndi hann seg tó sum spælari úti á vøllinum, men tað er  sum málmann vit minnast hann best.

Longu 20 ára gamal var hann á fyrsta sinni tikin út til landsliðið. Tað var til dyst móti Íslandi í Laugardalshøllini í november 1974, og har ein stóð ein branddyst.  Finn leikti  íalt 27 landsdystir. Teir høvdu verið væl fleiri, um hann ikki so ofta var darvaður av skaða. Ofta duttu heil ár burturímillum. Tað hevði sjálvandi eisini ávirkan á dystatalið á mansliðnum hjá Kyndli. Á besta liðnum leikti Finn 127 dystir í landskapping, steypakapping og Europa-cup.   Seinasta royndin hann gjørdi var í 1992, eftir ikki at hava spælt dyst síðan 1983.

Dagliga fekst Finn mest við at mála fyri fólk. Eitt skifti var hann útróðrarmaður burturav.

Vit minnast Finn við takksemi og í samkenslu við teimum, ið eftir sita.

 

KYNDIL

Aftur