23-08-2018 |

Jákup Lindenskov farin


Aftur fór ein av teimum, ið var við á stovnandi aðalfundi Kyndils 10. mars 1956. Fyrrverandi politikarin, Jákup Lindenskov andaðist leygardagin 18. august á Boðanesheiminum, 85 ára gamal.

Jákup var svorin losjulimur alt sítt vaksna lív. Á ungum árum var hann tí ein sjálvsagdur partur av ungmannadeildini hjá losjuni Støt Viljen, sum í fimmtiárunum og fyrst í sekstiárunum var sera virkin, og har nógvur havnaungdómur savnaðist. Tey sungu, dansaðu, og tey spældu sjónleik. Høvdu tað stuttligt saman. Einasta treytin fyri at vera við var, at tú ikki smakkaði rúsdrekka.

Tað var í  hesum umhvørvi, at hugskotið kom um at stovna eitt ítróttafelag fyri at hava eitt bein aftrat at standa á. Stigtakari var Jógvan Andras Joensen, sum eisini er farin foldin frá fyri ikki so langari tíð síðan. Sambært gerðabók ungmannafelagsins skuldi Jógvan siga, at hetta var ikki fyri at vinna, men meira fyri sportin. “Tapið og vinnið við sama sinni”, legði hann aftrat. At tað so seinni gjørdist meira enn tað, mundi hvørki hann ella nakar annar tó  vera so harmur um. Jógvan gjørdist fyrsti formaður felagsins.

Jákup var við í allari tilgongdini, og tað var hann, ið skjeyt upp, at felagið skuldi eita Kyndil. Tað kom tó ikki av ongum. Navnið hevur sín uppruna í losjuni. Í sínari tíð kom út lítið blað, ið nevndist Kyndil. Tað var goodtemplarafelagsskapurin, sum gav tað út einaferð í tjúgunum. Tá ið Glaðustrok, sum var blað hjá losjuni, kom út sum tíðarrit, hevði ungmannadeildin eitt skifti ein teig í blaðnum. Hesin teigur varð eisini nevndur Kyndil.  Jákup helt tí, at tað hevði verið hóskandi at flutt hetta sigandi navn á nýstovnaða ítróttafelagið. Og soleiðis varð.

Beinanvegin felagið var sett á stovn, varð farið at hugsa um eini felagshús. Jákup varð valdur í bygginevndina saman við Pola Jacobsen og Torbjørn Mikkelsen, sum báðir eisini eru farnir,  og longu árið eftir stóð tað lítla grøna húsið eystan fyri hondbóltsvøllin liðugt. Kostnaðurin var 15 tús. kr. Nógvir pengar tá, men teir vóru skjótt goldnir, tí entusiasman var til staðar.

Jákup gjørdi ikki nógv um seg á vøllinum. Hann spældi tó 27 dystir á næstbesta liðnum. Í samband við 20 ára dag Kyndils í 1976, var hann eisini við á einum sokallaðum oldboysliði, sum spældi móti Neistanum hendan dagin. Ein orsøk til at dystatalið ikki gjørdist størri,  mundi vera hon, at hann longu í 1958 gjørdist virkin í politikki. Einans 25 ára gamal varð hann  valdur í løgtingið fyri javnaðarflokkin. Tað fór sjálvsagt við nógvari tíð.  Politikkur gjørdist lívsstarv hansara. Umframt at vera løgtingsmaður í mong ár, so var hann eisini landsstýrismaður í fleiri ár og haraftrat fólkatingsmaður. Hann var eisini løgtingsformaður í fýra ár.

Áhugin fyri Kyndli viknaði tó ongantíð. So hóast hann ikki gjørdist so virkin á vøllinum, so var Jákup ofta við, tá ið felagið skipaði fyri hugnaløtum og veitslum. Harumframt var hann við á fyrstu uttanlandsferð Kyndils í Danmark í 1962, og hann var aftur partur av hópinum, sum fór til Íslands í 1972, har ið minniligasti parturin var útferðin í Tórsmørk, har ið vit gistu í tvær nætur.

Jákup hevði sínar meiningar og hann tordi at standa við tær. Tað gjørdi hann altíð á ein siðiligan hátt, og hann leyp ongantíð framav.

Nú ið Jákup er farin, minnast vit hann við takksemi og í samkenslu við teimum, ið eftir sita.

KYNDIL

Aftur