06-04-2018 |

Okkara næst besta lið hjá monnum hava vunnið FM


Okkara næst besta lið hjá monnum hava vunnið FM, sjálvt um eitt umfar er eftir av kappingini. Teir vunnu 30-20 móti Neistanum í gjár og tryggjaðu sær fyrsta pláss. Liðið spælir seinasta dyst í Havn móti KÍF týskvøldið 10. apríl.

Liðið er mannað við ungum evnaríkum leikarum og nøkrum eldri rutineraðum kempum.

Hópurin er avmyndaður beint eftir góða sigurin ígjár.

Hjartaliga til lukku leikarar og venjarar, Bárður og Ken, Julian er myndamaður

Aftur