17-03-2018 |

Kvinnurnar hjá Kyndli fáa nýggjar venjarar komandi kappingarár


Flemming og Christoffur, verandi venjarir, hava valt at steðga tá kappingarárið endar.

Nevndin takkar teimum hjartaliga fyri teirra góða arbeiði.

Síðani Flemming og Christoffur boðaðu frá sínari støðu til komandi ár, hevur Kyndil leita eftir nýggjum venjaratoymi.  Og tað hevur eyðnast okkum at finna eina spennandi loysn. Settir venjarir til komandi árið, verða høvuðsvenjari, Bárður Johannessen og hjálparvenjari Martin Lellek, sum áður fráboða verður høvuðsvenjari hjá monnunum hjá Kyndli.

Vit gleða okkum til hesa føroysku/donsku loysnina, sum óivað fer at vera áhugaverd og spennandi.

Aftur