10-11-2017 |

Betri høvuðsstuðul hjá ungdómsdeildini hjá Kyndli

Kyndil hevur gjørt stuðulssáttmála við Betri fyri kappingarárini 2017-2018 og 2018-19, har Betri verður høvuðsstuðul hjá ungdómsdeildini hjá Kyndli.

Kyndil hevur 60 ár á baki og hevur uml. 200 limir og uml 20 lið í kappingini í ár, tá man telur tey í
U8 við. Felagið hevur lið í øllum ungdómsdeildunum umframt bestu deildini hjá monnum og
kvinnum.

Maibritt Johannessen, forkvinna í Kyndli sigur: “ Vit fegnast um, at Betri vísir okkum tað álit at
gerast høvuðsstuðul hjá ungdómsdeildini. Góðir stuðlar hava ómetaliga stóran týdning fyri eitt felag
sum Kyndil. Vit arbeiða nógv við at menna okkara egnu leikarar og í framtíðini brúka hesar í bestu
deildini og leggja tí stóra orku í ungdómsdeildirnar. Stuðulin frá Betri gevur okkum møguleika at
leggja stóra orku í hetta arbeiðið.”

Lilian Djurhuus, leiðari í ungdómsdeildini hjá Betri, sigur: “vit eru fegin um at stuðla
ungdómsdeildini hjá Kyndli. Kyndil hevur sera nógvar ungar og evnaríkar spælarar, sum um nøkur
ár fara at mynda bestu deildirnar hjá felagnum. Hondbóltsítróttin er sera góð fyri ungdómin og út
yvir at styrka um heilsuna hjá teimum ungu, er hon eisini við til at skapa karmar fyri sosialari
samveru og samanhald fyri okkara ungdóm. Vit ynskja Kyndli eitt gott kappingarár og gleða okkum
til samstarvið komandi tvey árini.”


Tórshavn, 10. november 2017

Lilian Djurhuus, Betri
Maibritt Johannessen, forkvinna í Kyndli

Aftur