09-11-2017 |

Kyndil hevur gjørt sáttmála við ungdómsmennaran Jonas Dehn Andersen


Síðani “nýggja” nevndin í Kyndli tók við seinasta ár, hava vit arbeitt fram ímóti, at fáa ein ungdómsmennara. Viðkomandi skuldi megna at hava fingurin á pulsinum og fylgja øllum okkara ungdómi. Vit ynsktu at tað skuldi vera ein, sum m.a. hevði áhuga í at vera við til at menna børnini og tey ungu, og samstundis vera eitt lið ímil...lum FTZ og Hvonn. Viðkomandi skuldi eisini vera ein sum gongur á odda og dugir væl at motivera og duga at læra frá sær. Hetta halda vit okkum nú hava fingið í Jónasi.

Jonas hevur sjálvur spælt hondbólt, men valdi fyri tíð síðani at satsa uppá venjarauppgávuna. Hann er í løtuni kontraktvenjari hjá hondbóltsfelagnum Skovbakken, har hann m.a. í løtuni hevur G16 http://www.skovbakken.dk/haandbold/index.php/ungdom/hold/u16-piger-95-96/

Jónas gleðir seg til uppgávuna og hevur frá fyrsta degi ynskt hetta. Hann sigst at vera ein sera góður motivator, hevur sera stórt engagement, er væl skipaður og tímir og dugir væl við børnum og ungum. Jonas lesir til lærara, men tekur farloyvið hesa tíðina hjá okkum, tí at hann ynskir at hugsavna seg um uppgávuna í Kyndli.

Jónas skrivar soleiðis um avbjóðingina og avgerðina um at koma heim til Kyndil komandi ár.

”Jeg valgte at tage muligheden for at blive ungdomsansvarlig af flere årsager. Først er det et ansvar, som tiltrækker mig meget. Det at have fingeren på pulsen i en hel ungdomsafdeling og få lov til at præge arbejdet med spillerne finder jeg yderst interessant. Derudover er Kyndil en stor klub med store ambitioner. Et miljø jeg ønsker at være en del af og være i centrum af beslutningerne. På mit besøg i uge 42 blev jeg mødt af nogle gode og venlige folk i klubben og vurderede også, at kompetence og erfaringsniveauet hos trænerstaben er højt, hvorfor jeg også ser store muligheder for, at jeg kan lære rigtig meget. Jeg ser meget frem til at flytte til et andet land end Danmark og derved flytte udenfor min komfortzone og prøve mig selv af i et andet miljø end, hvad jeg er vant til.”

Aftur