17-10-2017 |

Limadagur


Mikudagin 18. okt. verður árligi limadagurin hjá Kyndli. Dagurin verður í Gundadalshøllini og Kyndlarúminum, og byrjar kl. 16.00 og endar kl. 18.30. 

Vit fara at gera onkrar stuttligar venjingar, sum øll kunnu luttaka í. Eisini koma okkara Kvinnur og Menn at luttaka og kappast við okkum. 
Kaffi, te, saft og okkurt gott afturvið verður at fáa. 

Allir limir sum hava goldið limagjald fáa eina Kyndlavenjingarblusu heim við. Minnist til at hava kvittan fyri goldið limagjald við.

U8 og Ge 10 venja, orsaka av limadegnum, ikki sum vanligt hendan dagin.

Vit gleða okkum at síggja tykkum.
Við hondbóltskvøðu
Nevndin

Aftur