23-09-2017 |

2 x grannauppgerðir í Hoyvíkshøllini sunnudagin


Besta kvinnulið okkara spælir móti nýskotinum í Hvonndeildini, H71.

Kvinnur okkara eru komnar hampuligt frá byrjan. Ein tryggur sigur móti StÍF seinasta vikuskiftið, og ein javnleikur í Vági seinasta mikukvøld, eftir ein fyrra hálvleik sum teknaði til ein sigur til okkum.

Mansliðið skal gera eina roynd at reisa seg eftir 2 ósigrar í fyrstu umførunum móti StÍF og Team Klaksvík. Ósigraðu hoyvíkingarnir hava eitt sterkt lið, men okkara leikarar áttu at kunna givið teimum skarpan mótgang.

 

Vónandi møta vit fjølment í Hoyvíkshøllini til dystirnar kl 14.30 og 16.00

Aftur