05-09-2017 |

Stórsteypadystur hjá kvinnunum millum Kyndil og Neistan

mikudagin 6. septembur kl 18

Mikudagin kl 18.00 er stórsteypadystur millum kvinnurnar hjá Kyndil og Neistanum í Hoyvikshøllini.

Spennandi verður at síggja hvussu styrkin er millum hesi lið, sum í fjør møttust í øllum finalunum, og har Kyndil megnaði at vinna greipuna.

Tað er Lions ið skipar fyri steypadystinum, og fara inntøkurnar til Heilafelagið.

Samstundis sum kvinnurnar spæla í Hoyvíkshøllini, spælir besta manslið okkara venjingardyst móti Team Klaksvík. Hesin dystur er í Gundadalshøllini, og byrjar hann kl 18.30.

Aftur