11-04-2017 |

Kyndilsmenn halda fast í venjaratoyminum


Kyndil hevur gjørt sáttmála við Julian Johansen og Andreas F. Hansen fyri komandi kappingár.

 

Julian Johansen, sum hevur verið partur av venjaratoyminum seinastu 2 kappingarárini, hevur játtað at halda fram komandi kappingarár.

Andreas F. Hansen kom inn í mans venjarahópinum í Kyndli í februar, har avtala varð gjørd restina av inniverandi kappingarár.

Samstarvið hevur gingið væl í venjaratoyminum, og eru partarnir komnir ásamt um at halda fram komandi kappingarár.

 

Andreas F. Hansen hevur áður verið venjari hjá fremsta kvinnuliðnum í Kyndli, kvinnulandsliðsvenjari, og fyrr vant manslið.

 

Felagið sær fram til komandi kappingarár.

 

Framtíðin er Grøn!

Aftur