16-03-2017 |

Anfinn Rubek Nielsen

Leygardagin andaðist Anfinn Rubek Nielsen, 76 ára gamal.

Dagin eftir mintust leikararnir hjá Kyndli og KÍF fyrrverandi hondbóltspælaran undan dystinum millum feløgini bæði.

Anfinn var kyndilsmaður um ein háls. Hann var ein av teimum 37, ið, sum 15 ára gamal,  var við á stovnandi aðalfundinum hjá Kyndli 10. mars 1956, og sum hetta kvøldið teknaðu seg sum lim í nýggja felagnum.

Íalt spældi hann 242 dystir og skeyt 685 mál fyri felag sítt. Í bókini Bjartur lýsir kyndilslogin stendur m.a. um Anfinn : Raskur og knappsintur. Hevði stríðsvilja, styrki og orku sum fáur. Var mest strikuspælari. Har var hann ikki lættur at halda. Skeyt við báðum hondum. Ágrýtin og knappsintur. Firnaðist ongan, í hansara huga var eingin mótstøða ov stór! 

Teir, ið spældu saman við honum munnu ivaleyst taka undir við hvørjum orði.

Anfinn spældi longu sín fyrsta dyst á 1. liði í 1960. Tá ið hann eftir lokið studentsprógv fór niður at lesa til lækna, var hann bert við nakrar dystir, tá ið hann var heima í summarfrítíðini. Frá 1973 og nøkur ár fram var hann fastur maður á liðnum. Men hann spældi heilt til hann nærkaðist teimum hálvthundrað á lægri liðum, og hansara partur lá ongantíð eftir. Fremst í huga hansara lá tað at vinna, um tað var á 1. liði ella á 3. liði, tað hevði ongan týdning.

Anfinn starvaðist øll síni virknu ár sum lækni.

Seinastu tíðina hevur hann verið sjúkur og seinasta leygardag orkaði hann ikki longur.

Vit minnast við takksemi Anfinn og lýsa frið yvir minni hansara.

 

KYNDIL

 

Myndin omanfyri er av FM vinnarunum 1974. Anfinn Rubek Nielsen er í miðuni i aftara rað

Aftur