31-10-2016 |

Vunnu við skerdum liðið

Kvinnurnar vóru í Vági í gjár har tær vunnu á VB. Úrslitið gjørdist 23-19 eftir at hava verið á odda 12-7 í hálvleikinum.

Kvinnurnar hjá okkum vóru í Vági uttan Vár, Báru, Honnu og Anju Eliasen, meðan Anna spældi heilt lítið. Og tí var tað ein góður sigur kvinnurnar vunnu í gjár. Úrslitið gjørdist 23-19, men sigurin var ongantíð í vanda og okkara vóru eisini á odda allan dystin.

Fitt av fólkið hevði eisini leita sær suður at stuðla okkara kvinnum. Sum skilst stóð Maja ein branddyst. Dysturin var eisini merktur av mongum brotskøstum, ikki minni enn 13 brotskøst komu í dystinum.

 

Mál: Turið 7, Bjarta 5, Guðrið 4, Ásleyg 3, Anja HH 2, Anna og Súna 1, Maja, Lea, Marin og Eyðleyg 0.

Aftur