29-10-2016 |

Kvinnurnar til Vágs og menninir til Kollafjarðar

Bestu liðini spæla útidyst í morgin. Kvinnurnar spæla í Vági móti VB, meðan menninir spæla móti KÍF í Kollafirði.

Bæði okkara bestu lið skula spæla dyst á útivølli í morgin. Kvinnurnar spæla kl. 15.00 í Vági móti VB. Og menninir í Kollafirði móti KÍF kl. 16.00.

 

Okkara besta kvinnulið hevur í løtuni skaðar at dragast við. Tí verður spennandi at síggja hvussu leikur fer at ganga í Vági. Anna, Bára og Guðrið eru ivasamar. Uttan tær verður tað uttan iva trupult. Ikki minst tí hópurin er nógv skerdur uttan hesar leikarar. Samstundis hevur VB veruliga fingið glið á eftir eina heldur keðiliga byrjan. M.a. vunnu tær sannførandi í Vestmanna. Okkara skula tó bara finna spæligleðina framaftur og varveita trúnna á seg sjálvar.

 

Eisini menninir hava skaðar at dragast við. David gjørdist skaddur móti Neistanum, og verður eins og Høgni og Høddi ikki við móti KÍF. Uttan tríggjar so dugnaligar leikarar verður tað uttan iva trupult. Men um góða álopsspælið móti Neistanum verður varveitt umframt, at verjan verður betra so er einki at ivast í, vit fáa bæði stigini við aftur til Havnar.

 

Møtið fjølment og stuðlið liðum okkara. Um nakar skuldi ynskt at farið til Vágs at stuðla kvinnunum so fer Smyril úr Havn kl. 7.00.

 

MØTIÐ FJØLMENT

Aftur