08-06-2016 |

Maibritt nýggj forkvinna í Kyndli

Kyndil hevði týskvøldið aðalfund, har nýggj nevnd varð vald. Nýggj forkvinna í felagnum er Maibritt Johannesen, og næstforkvinna er Ussa K. Hansen. Uni Arge, fráfarandi formaður, og Tórður Patursson, fráfarandi næstformaður, tóku ikki við afturvali. Teir hava sitið í nevndini síðan februar 2010

Áðrenn aðalfundin í kvøld var greitt, at í minsta lagi tríggir nýggir nevndarlimir skuldu veljast, tí bara Ussa K. Hansen og Christoffur Gert Nielsen tóku við afturvali, meðan Uni Arge, Tórður Patursson og Poula M. Petersen høvdu boðað frá, at tey hildu ikki fram í nevndini.

Í nýggju nevndina, sum skipaði seg eftir aðalfundin, vórðu vald Maibritt Johannesen, forkvinna, Ussa K. Hansen, næstforkvinna, Dánial Jakobsen, kassameistari, Eyðfinn Guttesen, skrivari, Salua Manai, nevndarlimur, Christoffur Gert Nielsen, nevndarlimur, og Ásbjørn Nattestad, tiltakslimur.

Nýggir undirbólkar
Aðalfundurin avráddi eisini at skipa undirbólkar undir nevndini, og her varð í fyrstu syftu avrátt at skipa ein trivnaðarbólk, ein hallarbólk og ein sponsorbólk. Í trivnaðarbólkin komu Tórður Patursson, Salua Manai og Marjun Jensen. Í hallarbólkin komu Uni Arge, Eyðfinn Guttesen og Christoffur Gert Nielsen.

Í sponsorbólkinum verða fleiri góðar kreftir kring felagið. Hann skal fyrst og fremst standa fyri at útvega felagnum sponsorar, sum eru ein týðandi táttur í fíggjarliga grundarlagnum undir øllum feløgum.

Trivnaðarbólkurin fer at skipa fyri tiltøkum og átøkum av ymsum slag, ið økja um trivnaðin í øllum deildum, og hallarbólkurin skal hava umsjón við ognarskapinum í Gundadalshøllini og útbyggingini til dupulthøll á Hálsi, sum Kyndil eigur sín stóra lut í verður framd nú.

Styrktur felagsskapur
Allar avgerðir, sum aðalfundurin tók, vóru einmæltar, og semja var um, at nýggja nevndin sum eitt tað fyrsta skal leggja eina neyva ætlan fyri, hvussu grøni ítróttaligi tráðurin heilt frá U6 til fremstu liðini í Kyndli skal skerpast. Hetta arbeiðið fer í gongd beinanvegin.

Aðalfundurin vísti, at felagsandin í Kyndli er miðvísur og sterkur. Við størri nevnd og fleiri ídnum undirbólkum hevur felagið, sum fylti 60 ár 10. mars í ár, styrkt seg manningarliga og verður tí uppaftur betur ført fyri at taka við komandi avbjóðingum.





Aftur