23-05-2016 |

Takk fyri alt, Sverri!

Ein av bestu føroysku ítróttamonnunum nakrantíð, Sverri Jacobsen, er farin 71 ára gamal. Sverri var í mong ár ein framúrskarandi hondbóltsspælari í Kyndli og ein framúrskarandi fótbóltsspælari í HB. Hann vann hópin av meistaraheitum við báðum feløgum, spældi á hondbólts- og fótbóltslandsliðnum og vandi eisini mong ungdóms- og vaksnamannalið í hondbólti og fótbólti. Í flogbólti var hann eisini millum fremstu spælarar. Hansara genialitetir á einum hondbóltsvølli kundi ongin eftirlíkna, og stór virðing stóð um hansara tekniska og taktiska førleika allastaðni. Tá hondbólturin sum fyrsta ítróttagreinin bjóðaði av á altjóða pallinum fyrst í 70'unum, gekk Sverri saman við øðrum góðum monnum á odda í Kyndli og á landsliðnum, og útlendingar løgdu til merkis hansara sjáldsamu góðu evnir. Saman við okkum øllum var Sverri í høllini á Hálsi og heppaði á Kyndil, tá menninir og kvinnurnar vunnu steypakappingarnar 8. februar í 2014. Tá smíltist hann væl nøgdur um sigrarnar, eins og myndin vísir, har hann situr saman við Jóannesi, Natta og Heðini. Sverri var sjúkur seinastu tíðina, og nú var tímaglasið runnið. Takk fyri alt, góði Sverri, tú verður aldrin gloymdur í Kyndli - og føroyskari ítróttasøgu! Við tykkum nærmastu hava vit í Kyndli djúpastu samkenslu!

Aftur