12-10-2016 |

Vunnu dystin í fyrra hálvleiki

Okkara menn leiktu á Skála í kvøld har tvey stig komu til høldar, men tað var ikki meira enn akkurát. Úrslitið var 31-28 til okkara menn eftir, at teir høvdu verið á odda 17-10 í hálvleikinum.

Okkara menn hava tað fyri vana, at gera tað spennandi. Í kvøld vóru teir á Skála har teir leiktu móti StÍF. Einu løtuna vóru átta mál á muni, men ikki fyrr enn í seinasta minuttinum tá tað eydnaðist at fáa tvey mál kom sigurin í hús. Úrslitið segði til endans 28-31 eftir 10-17 í hálvleikinum.

Fyrri hálvleikur í kvøld var ómetaliga góður, og tað sigur hálvleiksstøðan 10-17 eisini. Okkara vóru neyvir í álopspartinum og verjuspælið var sera gott. Menn arbeiddu hart og fyri hvønn annan. Vit komu á odda beinanvegin og hildu leiðsluna allan hálvleikin. Vit vóru á odda 2-5 áðrenn StÍF fekk trý mál á rað til 5-5. Síðani settu okkara meira ferð á aftur, og so gekk skjótt. Fimm minuttir seinni var støðan 5-10. Og tá fýra minuttir vóru eftir av hálvleikinum var støðan 8-16. Men tá høvdu vit fingið Hødda og Høgna skaddar, so tað var spennandi at síggja hvussu tað skuldi fara at ganga í 2. hálvleiki. Hálvleiksstøðan var sum sagt 10-17.

Ímóti endanum av fyrra hálvleiki og fyrstu nógvu minuttirnar av seinna hálvleiki valdu strandingar at mansverja bæði Hjalta og David. Tá gekk sera striltið hjá okkara at spæla seg ígjøgnum StÍF-verjuna. Mitt í hálvleikinum hevði StÍF eisini minka niður í 18-19. Tá valdu venjarnir at taka Jan Paula út í álopspartinum og valdu at spæla við tveimum á strikuni. Tað loysti nakað rættuliga upp fyri spælinum. Møguleikar vóru í hópatali, men einans ein stórspælandi Levi Nybo forðaði fyri, at okkara ikki fingu nógv fleiri mál. Tá so tríggir minuttir eru eftir javnar StÍF til 28-28, og so sótu vit aftur á nálum. Men við einum øgiligum endaspurti eydnaðist tað okkara monnum at vinna 31-28.

Heldur ikki í mansdystinum var spælið nakað at reypa av, og manglar liðið til tíðir trúnna uppá at at fáa mál. Tí í kvøld høvdu teir eina rúgvu av møguleikum at fara ígjøgnum víðopnu StÍF-verjuna, men valdu heldur at spæla bóltin víðari. Tá tann trúgvin kemur, og tað ger hon einans við sigrum, so fer tað at loysa upp fyri einum frálíkum hondbóltsliðið, sum hevur eina rúgvu av potentiali. Sigurin kom í hús, og er tað tað týdningarmesta. Nú er so steðgur til sunnudagin í næstu viku tá H71 kemur á vitjan.

 

Málskjúttar: Hjalti 7 (3), Høgni 6, David og Bartal 4, Kristoffur 3, Josef, Tummas Pauli og Rógvi 2, Torvald 1, Jan Pauli, Tórður, Niels Viggo, Ólavur og Høddi.

Aftur