12-10-2016 |

Rótutur dystur

Í kvøld leikti besta kvinnuliðið á Skála móti StÍF. Ein sera rótutur dystur endaði við einum fýramálssigri til okkara kvinnur. Endaliga úrslitið var 22-18 til Kyndil.

Okkara skuldu reisa seg eftir tapið móti VÍF leygardagin tá tær leiktu á Skála í kvøld. Leikliga var dysturin ikki nakað stórt upplivilsi, men tey bæði týdningarmiklu stigini vóru við í skjáttuni eftir dystin. Endaliga úrsliti var 22-18 eftir hálvleiksstøðuna 13-7 til okkara.

Byrjanin av dystinum var fín um hugt verður eftir álopspartinum, men verjuparturin fekk ikki fatur á tí stóra. Og tá so slakir átta minuttir vóru farnir tók Daniel time-out. Tá var støðan 5-3 til StÍF. Hesin steðgurin vendi fullkomuliga dystin á høvdi. StÍF-kvinnurnar megnaðu ikki at skora mál í 18 minuttir, meðan okkara skoraðu sjey ferðir hesa løtuna. Útyvir tey mongu málini hevði Kyndil eisini nógvar møguleikar at skora fleiri mál, men vóru ikki nóg neyvar. Dysturin var sum heild rótutur og sera oftani gjørdu leikarnir mistøk, sum góvu mótstøðuliðnum bóltin. Okkara fóru til hálvleiks við eini 13-7-leiðslu, sum var góðkent.

Vónirnar vóru eisini góðar til, at leiðslan skuldi økjast við betri spælið í 2. hálvleiki. Men so var ikki. Heldur gekk hinvegin við spælinum, men allíkavæl fingu okkara kvinnur eina rúgvu av møguleikum, men tóku ikki av. Sigurin var ongantíð í vanda, men vit sluppu ongantíð heilt frá StÍF. Leiðslan lá millum trý og seks mál allan hálvleikin. Og tá dómarnir bríkslaðu fyri seinastu ferð høvdu okkara vunnið við 22-18.

Ikki var spælið serliga vakurt í dag, men gott at síggja, at leikarnir stríðast og ikki geva upp. Í dag var tað besta, at tað vóru tvey stig við í skjáttuni tá leiðin gekk heimaftur. So er bara at líta fram til næsta dyst, sum verður móti Neistanum um 15 dagar.

 

Málskjúttar: Anna 9 (4), Guðrið 4, Súna 3, Bára og Ásleyg 2, Anja E. og Lea 1, Maja, Anja H., Bjarta, Hanna, Vár, Eyðleyg.

Aftur