11-10-2016 |

Tætt við at tveita trygga leiðslu.

Kyndil var á odda 13-4 og 17-8 eftir 20 minuttum móti VÍF í høllini á Hálsi leygardagin. Hóast tað gjørdist tað sera spennandi, tí okkara megnaðu akkurát at hála sigurin í land við at vinna 28-27.

Okkara menn vóru fyrsta liðið, sum tóku stig frá VÍF, tá teir vunnu 28-27 í høllini á Hálsi leygardagin. Sostatt er kappingin í bestu mansdeildini sera hørð, og eru tað einans tvey stig millum nummar eitt og fimm.

 

Okkara runnu VÍF um koll í fyrra hálvleiki. Eru á odda allan hálvleikin. Og ikki einans á odda. Tað er 13-4 eftir 15 minuttir og 17-8 eftir 20 minuttir áðrenn fóturin verður tikin av spitaranum eitt vet. Men allíkavæl halda okkara fram í fimm minuttir aftrat, tí eftir 25 minuttir er støðan 19-11. VÍF endaði so hálvleikin við at minka niður í 19-15, sum var hálvleiksstøðan. Fyrstu 20-25 minuttirnar var leikferðin høg og okkara megnaðu at stressa VÍF-leikarnar í bæði verju og álopið. Filip skjeyt og skjeyt. Hann fekk átta mál, men skjeyt eisini eina rúgvu av øðrum skotum. Tað hevði so eisini við sær, at aðrir ikki sluppu framat. Samstundis var Djumic á strikuni sera væl vardur. VÍF-leikarnir vóru heilt í villareiði, tí teknisku mistøkini vóru eisini sera nógv.

 

Í seinna hálvleiki slappaðu okkara alt ov nógv av og tóku sær ov nógv av løttum. Hóast tað helt leiðslan líka til tað gjørdist 27-27, og einans tveir minuttir vóru eftir. Tað leiddi tankarnar aftur til ársins fyrsta dyst fyri tveimum árum síðani tá Kyndil vann við einum máli á VÍF eftir at hava verið á odda við 10 málum tá 15 minuttir vóru eftir. Tá fingu okkara eitt mál í seinastu sekundunum. Hesaferð skuldu vit ikki bíða so leingi eftir sigursmálinum. Tað vóru sløk 50 sekund eftir tá einans 17-ára gamli Bartal sera hegnisliga frá einum óvæntum plássi á vinstra vongi setti verjuleikaran við eini kvikari fótfintu og síðani hegnisliga legði bóltin upp um høvdið á Mladen. Sostatt vunnu okkara 28-27.

 

Málskjúttar: David 9, Høddi 5, Hjalti 4, Josef og Høgni 3, Kristoffur 2, Tummas Pauli og Bartal 1, Jan Pauli, Tórður og Rógvi.

Aftur