11-10-2016 |

Taptu fyri fyrstu ferð

Leygardagin taptu okkara kvinnur fyrsta dystin í kappingarárinum tá tær taptu 22-24 móti VÍF.

Byrjanin uppá kappingarárið og uppá tíðarskeiðið við Daniel Gordo Rios hevur verið heilt góð. Tveir stórsigrar og ein góður sigur á meistarunum og stóru favorittunum úr Neistanum góvu góðar vónir til dystin móti VÍF, sum fekk bank av Neistanum. Men okkara høvdu ikki somu spæligleðina leygardagin og sóu út til ikki at vera nóg tendraðar til dystin. Tí vann VÍF ein uppibornan sigur. Úrslitið endaði 22-24.

 

Í byrjanini sá mann nakað av tí, sum vit sóu fyrstu tríggjar dystirnar. Miðskeiðis í hálvleikinum steðgaði tó upp. Tá so VÍF kom framum 9-8 lógu tær á odda restina av dystinum. Serliga endin á fyrra hálvleiki var keðiligur fyri okkum grønu. Frá 8-8 í 22. minutti kemur VÍF uppá 10-15 eftir 28 minuttir. Sostatt vinna tær gulu seks minuttir við 7-2. Tað er heilt einkult ikki gott nokk. Men okkara eru ungar og evnaríkar, og tá koma keðiligir dystir og hetta var ein av teimum heilt keðiligu. Hálvleiksstøðan var 12-15.

 

Fyrstu fimm minuttirnar av seinna hálvleiki eru okkara um at fáa fatur á VÍF, men koma ikki tættari enn 15-16. Kyndil fekk ongantíð fatur á strikuleikaranum hjá VÍF, sum fekk bæði brotskøst og mál í hópatal. Og tá so strikan var væl vard so sluppu VÍF-kvinnurnar alt ov lætt av vonginum. Tá so umleið tveir minuttir er eftir fangar Kyndilsverjan bóltin við støðuni 21-24 og Anja Eliasen fer í eitt skjótálop. Og í tí hon leypir inn og skal skjóta fær hon eitt ordiligt skump mitt á bringuna. Uttan iva brotskast og reytt kort. Men dómarnir, sum annars dømdu væl, dømdu einans málkast tí Anja skjeyt við síðunar av.

 

Málskjúttar: Anna 8, Súna 5, Ásleyg 3, Bjarta og Anja E. 2, Guðrið og Bára 1, Maja, Anja H., Vár og Lea.

Aftur