07-10-2016 |

Spennandi uppgerðir móti VÍF

Í morgin spæla kvinnurnar og menninir dystir í høllini á Hálsi móti VÍF, og er sera stóru spenningur undan báðum dystunum.

Fyri tíðina hugsa helst nógvir føroyingar, sum hava áhuga í ítrótti um Portugal og ikki minst Cristiano Ronaldo. Men millum landsdystirnar hjá føroyska manslandsliðnum í fótbólti móti Lettlandi og Portugal spæla bestu liðini hjá Kyndli móti bestu liðunum hjá VÍF. Báðir dystirnir eru í høllini á Hálsi leygardagin. Kvinnurnar spæla kl. 14.30 og menninir kl. 16.00.

Kvinnurnar hava fingið Turið Arge aftur í hópin, men hon verður ikki við móti VÍF. Okkara kvinnur hava tó fingið eina framúr byrjan við seks stigum eftir trimum dystum. M.a. við einum góðum sigri á favorittunum úr Neistanum. Kyndilshópurin er øgiliga ungur, men hevur megna fult út at standa saman tá trýst hevur verið á liðnum. Tær spæla skjótt og skiftandi, og ikki minst er spæligleðin í hásæti. So vónirnar til dystin í morgin eru sera góðar. VÍF fekk eina keðiliga byrjan við at fáa bank av Neistanum. Tó skal sigast, at liðið hevur nógvar góðar leikarar, men ikki er vist, at allar eru heilt klárar at spæla eftir skaðar og barnsburðar. Eru allar klárar og sleppa tær at spæla sítt spæl so verður trupult at steðga teimum. Men okkara megnaðu at steðga Neistanum so vit vóna, at okkara eisini megna at vinna á enn einum kappingarneyta um eitt pláss í FM-finalunum.

 

Menninir eru nú eftir tveir sigrar á rað klárir til at taka móti VÍF. Vinnur Kyndil er einans tvey stig upp til oddasessin. VÍF er eisini einasta liðið, sum enn hevur fult stigatal. VÍF hevur eitt gott lið, men er ikki heilt uttan veikleikar. Hjá okkum er Høddi við aftur eftir skaða, og so er at vóna, at allir nú eru klárir. Skula okkara hava nakran møguleika skula teir halda fram við góðu taktunum frá síðstu løtuni móti Neistanum og frá dystinum móti Team Klaksvík.

 

Møtið fjølment í høllini í morgin kl. 14.30.

 

FRAMTÍÐIN ER GRØN

Aftur