23-09-2016 |

Limadagur og dystur í Hvonn-deildini

Í morgin, leygardagin, er bæði limadystur í Høllini á Hálsi og dystur í bestu kvinnudeildini millum Kyndil og VB.

Leygardagin verður limadagur í høllini á Hálsi. Til limadagin ber til at melda seg til sum lim í Kyndli. Og í barna- og ungdómsdeildunum fáa leikarnir eina blusu at spæla dystir í umframt eina ítróttartasku. Harafturat verður eisini møguleiki at keypa nýggja Kyndilsbúnan í høllini. Limadagurin verður frá kl. 16-19 í samband við, at kvinnurnar í Hvonn-deildini spæla móti VB kl. 17.

 

Kvinnurnar leiktu sín fyrsta dyst sunnudagin í Klaksvík. Og tað gjørdist ein stórur sigur til okkara grønu kvinnur, sum vunnu 29-16. VB leikti eisini sín fyrsta dyst sunnudagin tá tær vunnu 23-21 á StÍF á Skála. Í fjør endaðu liðini í hvør sínum enda á stigatalvuni og var stórur munur á liðunum. Í ár hevur VB fingið fleiri ungar leikarar, m.a. leikarar, sum eru farnir at ganga á Ítróttarskúlanum í Suðuroy. VB hevur eisini sett sær hægri mál fyri hetta kappingarárið, og tí kunna vit væl væntað ein tættan og spennandi dyst.

 

Okkara eru tó væl fyri so vónirnar eru góðar. Allar eru klárar og við nógvu Kyndilsáskoðarunum, sum koma at vera til limadagin samstundis fara vit eftir báðum stigunum. Og latið okkum øll hoyrast at rópa á og stuðlað kvinnunum. Latið tær vita, at vit trúgva uppá tær og stuðla teimum bæði tá tað gongur ímóti og tá tað gongur illa. So skula tær, sum eru á vøllinum nokk gera sítt. Men møtið fjølment.

 

FRAMTÍÐIN ER GRØN

Aftur