07-03-2016 |

Tá høllin á Hálsi gjørdist veruleiki

Tá 1960'ini komu, var ongin ítróttarhøll í Føroyum, men í 1962 bóru kyndilsfólk sum tey fyrstu upp á mál at byggja eina ítróttarhøll í Havn. Nevnd varð sett at kanna spurningin, og farið varð bæði undir at savna inn pening og søkja um byggiloyvi

Í bókini "Bjartur lýsir kyndilslogin" hjá Suna Merkistein um søguna hjá Kyndli verður greitt frá, at í londunum kring Føroyar gjørdist í sekstiárunum vanligt at spæla í ítróttarhøll heldur enn uttandura, og tí vildi Kyndil eisini sleppa inn at spæla.

Á aðalfundinum hjá felagnum í 1962 varð sett niður nevnd at kanna spurningin um eina nýggja ítróttarhøll. Í hana komu Poli Jacobsen, Petur Sigurð Rasmussen og Sverri Jacobsen. Hallarnevndin og nevndin í Kyndli høvdu málið um hendi saman.

Tann 1. apríl í 1963 varð umsókn um byggiøki send stadionevndini hjá Tórshavnar Býráð. Har varð biðið um grundøki til byggingina. Nevndin svaraði, at hon í meginregluni var sinnað at ganga umsóknini á møti, men bað um at fáa eina meira fullfíggjaða byggiætlan og kostnaðarætlan.

Áttu peningin
Kyndil fór nú undir at fáa til vega pening. Fyrsta stigið var ein steypakapping í fótbólti millum HB og B36. Peningurin skuldi fara óskerdur til byggigrunnin. Avlopið av tiltakinum var 2.500 kr. Síðan vórðu brøv send í hvørt hús at savna inn pening. Inn komu 15.000 kr. Ein basarur gav eisini 10.000 kr.

Nevndin gjørdi eisini aðrar fyrireikingar. Uppskot til tekning varð gjørt, og bræv varð sent fíggjarnevndini hjá løgtinginum í 1964. Men enn var langt á mál at røkka teimum 100.000 krónunum, skuldi sleppast undir fyrsta byggistig í verkætlanini.

Sum frá leið gjørdist Kyndli greitt, at tað var ikki ment einsamalt at standa fyri teirri stóru byggingini. Málið varð tí fyribils slept, men tikið uppaftur í 1966, ta Kyndil, Neistin, HB, B36 og Havnar Badmintonfelag gingu saman um verkætlanina og fóru at savna inn pening.

Kyndil hevði tá longu útint sín part. Á aðalfundi í 1967 segði formaðurin:

“Okkara partur av peninginum, sum skal setast í ítróttarhøllina, er klárur og verður latin, tá kravt verður eftir honum.”

Tórshavnar Býráð játtaði lendið, veitti studning, veðhelt fyri láni og tók eisini á seg at tryggja raksturin. Týsdagin 9. juli í 1970 varð høllin á Hálsi tikin í nýtslu. Kostnaðurin var um tríggjar milliónir krónur.

Tvíhøll fyri framman
Høllin á Hálsi er sostatt 46 ára gomul, men nógv er í dag nýtt í henni. Skiftirúmini eru mestsum spildurnýggj og eru vorðin ljósari enn fyrr, gólvið varð skift á fyrsta sinni í august 2012, og tekja og klædningur eru eisini umvæld og snøggað.

Hondbóltsfólk søgdu mangan, at gamla gólvið var tað besta í landinum, tí tað fjaraði so væl. Kommunan hevur havt hepna hond at skifta gamla gólvið út, tí nýggja gólvið er ikki verri enn tað gamla.

Fyri stuttum samtykti kommunan, at høllin á Hálsi skal byggjast út til tvíhøll, eftir at ætlanin um at útbyggja Gundadalshøllina fór fyri bakka. Gravimaskinur kanna nú lendið til nýtt parkeringspláss út ímóti R.C. Effersøesgøtu, og á tekniborðinum verður nýggja tvíhøllin gjørd liðug.

Kyndil, Neistin og Fleyr hava heitt á kommununa um at bera so í bandi, at felagshølir verða í lidnu tvíhøllini, so feløgini kunnu fáa veruligar bústaðir at hýsa sosialum virksemi. Hesi hølini hava vantað í ólukkumát leingi og verða stórt framstig, tá tey koma.

Aftur