21-02-2016 |

60 ára veitsla í HB-húsinum leygarkvøldið 12. mars

Tann 10. mars eru liðin 60 ár, síðan Kyndil varð stovnað, og í tí sambandi verður rimmar veitsla í HB-húsinum leygarkvøldið 12. mars kl. 19.00. Á skránni verða røður, skemt, søgulig afturlit, trummushow, felagssangur, góður matur og sjálvandi sera gott lag. Bólkurin Hitmen spælir til dansin. Veitslan er fyri øll, sum hava tilknýti til Kyndil ella høvdu nógv tilknýti fyrr - áskoðarar, spælarar, foreldur, venjarar, hjálparfólk, stuðlar o.o. Aldursmarkið er 18 ár, men tey yngru verða ikki við sviðusoð í føðingardagsárinum, tí hósdagin 10. mars verða øll savnað í høllini á Hálsi. Tá bjóðar felagið kakao og bollar, og skipað verður fyri m.a. myndatøku av øllum liðum - hvør sær og í felag. Nærri verður at frætta um hetta. Tekning til veitsluna 12. mars fer fram soleiðis, at tit flyta veitslugjaldið á kontu 6460 0003922180 í BankNordik. Kostnaður fyri hvønn er 325 kr. Til ber eisini at keypa atgongumerki til veitsluna í sambandi við heimadystir hjá kvinnum og monnum í høllini á Hálsi áðrenn 12. mars. Tey, sum gjalda umvegis netbanka, kunnu avheinta atgongumerkið mikudagin 9. mars millum kl. 16.30 og 18.30 í hølunum í Gundadalshøllini. Góðu kyndilsfólk! Hetta er eitt stórt ár hjá felagnum, og nevndin heitir á so mong sum gjørligt at tekna seg til veitsluna, so kvøldið verður ógloymandi! NEVNDIN

Aftur