31-01-2016 |

Við nærlagni og ágrýtni vinnast dystir

Kyndilsmenn ruku út úr steypakappingini ímóti StÍF í gjár eftir ein sera slakan verjuinnsats og eitt 30-27 tap á Skála, og í kvøld taptu kvinnurnar á øðrum sinni í kappingardysti ímóti VÍF - hesaferð 28-22. Bólkaspælið rakk tó til hálvfinalupláss ímóti Neistanum í steypakappingini. Hvussu sær so út samanumtikið? Tað er ein tjúkk strika í rokningini, at menninir ikki so frægt sum komu í hálvfinaluna. Fólk er á liðnum til at røkka nóg langt, men nærlagnið var ikki til staðar í gjár, hóast 55 kyndilsáskoðarar stuðlaðu liðnum. Í dag sást eisini ov lítið nærlagni hjá kvinnunum. Verjan lak sum sáldið, og í málinum var smátt við bjargingum. Súna K. Hansen, yngsti spælari á liðnum, skeyt fýra mál. Tað var bæði spennandi og gleðiligt at síggja. Sum heild krevst kortini heilt annað nærlagni, ágrýtni og sjálvsálit, skulu hálvfinalurnar vinnast. So einfalt er tað, men ert tú við, fært tú gjørt nakað við tað. Tað positiva, sum fekst burtur úr hesum vikuskiftinum, er hóast alt hetta: Kvinnurnar hava framvegis ein fínan møguleika at koma í finaluna, so nú er bara at herja á og halda fast í verjuni!

Aftur