11-01-2016 |

Sum í gomlum døgum ímóti VíF

Kyndil og VÍF spældu tveir rimmar dystir í høllini á dag, har VÍF dró longsta stráið í kvinnudystinum, og Kyndil stríddi seg til annað stigið í mansdystinum. Kvinnurnar vóru á odda 14-9 í hálvleikinum, eftir at Turið Arge Samuelsen hevði skotið ikki færri enn níggju mál í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki kom Kyndil framum 15-9, men tapti kortini dystin 25-24. Tað var bara ikki nóg gott, og serliga galið var, at høgri vongur hjá VÍF, Brynja Rógvadóttir, slapp at skjóta átta skot við høgru hond - og skora upp á hvørt skot. Haraftrat skeyt hon fimm brotskøst í málið og fekk sostatt 13 mál. Tað rakk til sigurs at enda. Men tað var óneyðugt hjá Kyndli at blaka sigurin burtur. Menninir ruku afturum 14-7 í fyrra hálvleiki og tóktust at fara at fáa bank frá VÍF. Men so varð ikki kortini. Beint fyri hálvleik minkaðu teir nakað um munin, og long tíð gekk ikki, so var støðan knappliga 17-17. So var spenningur í næstu 20 minuttirnar, og tá avhæsaði, varð úrslitið 24-24. Seinni hálvleikur var einastandandi hjá kyndilsmonnum, og serliga Finnur Hansson og Hjalti Mohr Jacobsen gjørdu vart við seg í dag. Finnur hevur ikki spælt betur í 2-3 ár. Hvussu var og ikki samanumtikið, so eru bæði liðini við í finalustríðnum í FM-kappingini, og tað er gott útgangsstøði, nú steypakappingin byrjar

Aftur