16-11-2015 |

Menninir mistu annað stigið - kvinnurnar vunnu lættliga

Kyndilsmenn vóru munandi betur enn StÍF á Hálsi í gjár í 40 minuttir, og teir vóru eitt skifti á odda við seks málum. Men á undrunarverdan hátt tveittu teir síðsta korterið leiðsluna burtur við óneyvum álopsspæli og løkum verjuspæli, sum hevði við sær, at Mladen nærum onki tók í seinna hálvleiki. Í fyrra hálvleiki spældi hann annars sín besta hálvleik í ár. Kyndil mundi tapt seinastu løtuna, og tað hevði verið nærum ófyrigeviligt. Dysturin var er lærupengi um, at onki er nakrantíð avgjørt fyrr enn seinasta sekund - heldur ikki um eitt lið spælir væl í 40 minuttir. Dysturin endaði 25-25. Kvinnurnar vundu burtur úr VB, sum er í veruligari kreppu nú. Í fyrra hálvleiki gekk álopsspælið heldur seint, og trupult var at fáa VB nóg langt afturum, men í seinna hálvleiki var ongin ivi. Dysturin endaði 26-17. Kyndil kappast við VÍF og Neistan um finaluplássini, og næstu ferð stendur VÍF fyri tørni í Vestmanna - hjá bæði monnum og kvinnum.

Aftur