12-11-2015 |

Kvinnurnar ov stuttar - menninir flúgvandi

Kyndilskvinnur megnaðu akkurát ikki hava hála annað stigið heim ímóti Neistanum í kvøld, tá tær taptu 16-15. Okkara áttu síðsta álopið, men sum so mangan áður í júst hesum dystinum endaði eitt mistak við, at hitt liðið fekk fyrimunin, og hann fekk Neistin síðstu løtuna. Kyndilskvinnur mistu bóltin á veg í álop, og so gekk tíðin bara undan, og Neistin vann. Verjurnar og málverjarnir stóðu seg væl, men álopini hjá báðum liðum kundu avgjørt gjørt færri mistøk. Kyndilsmenn vundu fyri eina ferð skyld burtur úr Neistanum. Dystirnir millum kyndilsmenn og neistamenn hava mangan verið dýrir hjá Kyndli, tí Neistan hevur lagt nógv fyri at vinna og eisini megnað tað, men í kvøld fór Kyndil veruliga á flog í seinna hálvleiki. Teir grønu vunnu 9-0 frá 33. minutti til 47 minutt, og so var tann søgan úti. Úrslitið gjørdi 30-23. Hendan eirindaleysa kvalitetin at avgera dystir í góðum løtum eigur góða manningin á kyndilsliðnum at hava, og nú hevur hann víst seg tvær ferðir í annars jøvnum dystum - ímóti KÍF og Neistanum. Hetta er tekin um góða framgongd, og nú fæst so at síggja, um hon heldur fram. StÍF kemur á vitjan sunnudagin

Aftur