19-10-2015 |

Kyndilskvinnur á odda í deildini

Besta kvinnuliðið hjá Kyndli vann 23-13 á Stjørnuni í høllini á Hálsi í gjár í einum dysti, sum ikki var væl spældur, men sum gav tey bæði stigini, ið kravdust. Marianna Geirsdóttir Eystberg skeyt ikki færri enn 14 mál. Marianna ger ikki stórvegis burturúr, tá hon skal hava mál. Hyggur at málverjanum og leggur so bóltin, har málverjin ikki røkkur. Tað sær einfalt út, men er í veruleikanum ein sera stór dygd hjá so ungum spælara. Heilt nógvir málmøguleikir vórðu annars brendir í dystinum, kanska serliga tí skjúttarnir gjørdu ov skjótt av. Men sum fráleið batnaði við tí. Maja spældi væl í málinum allan dystin. Kvinnurnar eru nú á odda í deildini við 8 stigum fyri fimm dystir. Einasta tapið var ímóti Neistanum. Nú er tíverri ein langur steðgur hjá kyndilskvinnum, og næsti dystur er ikki fyrr enn 8. november ímóti VB í Vági. Men sum tað sær út, kunnu kyndilskvinnur koma langt í ár, serliga um úrtøka fæst burtur úr dystum sum tí í Vági og næsta dystinum ímóti Neistanum

Aftur