11-10-2015 |

Tveir greiðir sigrar á VÍF

Bæði kvinnur og menn vunnu stórt á VÍF í hølini á Hálsi í dag. Kvinnrunar vunnu 27-22, og menninir vunnu 33-24. Í kvinnudystinum syrgdi verjan fyri, at VÍF ongantíð fekk samanhang í sítt spæl. Í álopinum skoraðu okkara bæði væl og virðiliga hjá Kristinu Griksaite. Turið og Marianna skutu sjey mál hvør, harav Marianna skeyt fýra trygg brotskøst í netið. Menninir satt at siga vundu burtur úr VÍF. Fleiri ár eru liðin, síðan Kyndil hevur vunnið so greitt á vestmenningum, ið tóktust merkiliga tamir í dag. Kyndilshópurin er krútsterkur, og er rætta lagið á monnum, kunnu teir koppa einum og hvørjum liði í kappingini. Nú eru tveir dystir vunnir eftir sløku byrjanina, og hósdagin er H71 á skránni. Mladen er tøkur aftur, og tað sást, at hann var fegin um at sleppa at spæla dyst aftur. Hann legði fyri sum ein veggur í málinum, og hóast avrikið linkaði eitt vet í seinna hálvleiki, koyrdi álopið bara á motorin og fekk neyðugu málini til at leggja grundina undir stórsigurin. Málini vóru heilt væl býtt, og David endaði ovastur við sjey. Nú sær spennandi út hjá bæði monnum og kvinnum

Aftur