29-07-2015 |

Vøkur skrúðgonga og tveir sigrar

Um 90 kyndilsfólk vóru til skrúðgonguna, tá ólavsøkan varð sett á Vaglinum í gjár. Hetta er eitt tað mesta nakrantíð, og vakur var hópurin at sjá á Tinghúsvøllinum og til myndatøku eftir setanina. Í gjárkvøldið vóru tveir dystir í høllini á Hálsi so millum old boys-liðini og bestu mansliðini hjá Kyndli og VÍF. Kyndil vann báðar dystirnar. Old boys vunnu 26-25 eftir at hava verið aftanfyri 25-22 stutt fyri leiklok, og 1. manslið hjá Kyndli vann 33-31 eftir at hava verið aftanfyri eitt skifti í seinna hálvleiki við tveimum málum. Vestmenningar vóru fullmannaðir við m.a. Filip Jojic, Áka Egilsnes og Heina Hanusarson, men kyndilsmenn vóru treystir, væl skipaðir og áhaldandi til síðsta bríksl. Tí kom sigurin í hús. Uppmøtingin var góð í høllini, og lagið var av besta slag á kyndilsfólki og vestmenningum - sum tað plagar á ólavsøku.

Aftur