26-07-2015 |

Tvær ferðir Kyndil og VÍF ólavsøkuaftan

Ólavsøkuaftan verða tveir spennandi dystir millum Kyndil og VÍF í høllini á Hálsi. Kl. 20.00 spæla bestu mansliðini, og kl. 18.30 spæla old boys-liðini. Ólavsøkudystirnir millum Kyndil og VÍF eru altíð væl vitjaðir - og sera spennandi. Hvørki liðið vil tapa á ólavsøku, og tí gera tey alt fyri at vinna. Kyndilsmenn ætla at royna at koppa greipuvinnarunum úr Vestmanna við snildi, skotstyrki og skjótleika, men lætt verður tað ikki, tí vestmenningar vóru flúgvandi farna kappingarár. Møtið fjølment til spennandi brakini á Hálsi ólavsøkuaftan!

Aftur