25-07-2015 |

Bilasølan høvuðsstuðul hjá 1. mansliði hjá Kyndli

Kyndil og Bilasølan í Hoyvík hava gjørt avtalu um, at Bilasølan næsta kappingarár verður høvuðsstuðul hjá kyndilsmonnum. Partarnir hava møguleika at leingja avtaluna við einum ári

Í Kyndli fegnast nevndin um, at Bilasølan hevur víst Kyndli stórt álit og nú er vorðin høvuðsstuðul hjá monnunum.

"Felagsarbeiði snýr seg um stútt og støðugt at menna ungdómsliðini og kappast í fremstu røð við bestu liðunum. Til tess krevst at hava góðar stuðlar, og tað verður Bilasølan uttan iva, tí eldhugurin hjá fyritøkuni at stuðla felagnum er avgjørt til staðar. Vit eru takksom fyri at hava fingið Bilasøluna sum høvuðsstuðul hjá monnunum," sigur Uni Arge, formaður í Kyndli.

Stjóri á Bilasøluni er Gunnar Justinussen, og sølumaður er Tróndur Sigurðsson. Teir báðir fegnast um samstarvið við Kyndil.

"Umráðandi er fyri okkum at stuðla ítróttini, sum jú hevur so sera stóran týdning fyri túsundtals fólk kring landið. Kyndil er eitt sera væl rikið felag, sum altíð strembar eftir at vinna, og hetta hevur týdning fyri okkum. Eisini fegnast vit um at stuðla einum felag, sum raðfestir ungdómsarbeiðið so høgt sum Kyndil," sigur Tróndur Sigurðsson.

Hann leggur aftrat, at Kyndil verður 60 næsta ár, og at tey á Bilasøluni eru errin av at vera ein av høvuðsstuðlunum, tá søguríka felagið 10. mars í 2016 kann hátíðarhalda hendan stóra dagin.

Mansliðið hjá Kyndli spælir fyrstu ferð við búmerki frá Bilasøluni á bringuni ólavsøkuaftan kl. 20.00 ímóti VÍF.

Farnu trý árini hevur Reyni Service verið høvuðsstuðul hjá monnunum, og Kyndil takkar hjartaliga fyri samstarvið, sum hevur riggað sera væl.

Á myndini: David Edvardsen, spælari, Uni Arge, formaður í Kyndli, Tróndur Sigurðsson, sølumaður á Bilasøluni, og Torvald Abrahamsen, spælari

Aftur