11-05-2015 |

Kyndilsmenn bóndaðust í Syðradali

Kyndilsmenn liggja ikki á løtu síðuni, hóast kappingin endaði fyri knøppum mánaði síðan. Teir styrkivenja, renna og venja eisini av og á við bólti. Leygardagin vóru teir arbeiðsmenn í Syðradali hjá bóndahjúnunum, Thorvaldi og Anni Lützen!

Tilsamans 16 mans vóru til dystin fús í Syðradali longu kl. 9.00 leygarmorgunin, har byrjað varð við morgunmati, sum sambært teimum sjálvum ongantíð hevur smakkað betur. Serliga var rullupylsan eitt stórt hitt.

Eftir morgunmatin fóru menn at lempa grót úr bønum, sum Thorvald ætlar at velta. Tvey lið fingu ein traktor í part, og hvørt liðið skuldi fáa so nógv grót upp í traktorarnar sum gjørligt. Grótið skuldi brúkast at gera veg og nýggjar garðar í bygdini.

Sum tað sæst á myndunum, var veðrið gott, og tá kappingin var av út á seinnapartin, stóð á jøvnum millum liðini bæði, og tey høvdu koyrt tilsamans 76 vognar av gróti. Hvør vognur tekur 0,6 tons.

Tá arbeiðið var liðugt, takkaðu menn fyri blíðskapin og fóru til gongu til Havnar. Steðgað varð uppi á Syðradalshálsi, har teir ótu grind og spik. Eftir hetta varð gingið oman í Havnardal til ræsta súpan og ræst kjøt í einum av rossafjósunum.

Øðrvísi samansjóðingardagurin í Syðradali og Havnardali var sera væl eydnaður, siga spælarar og venjarar, og spennandi verður at síggja, hvussu stórir vøddarnir verða, tá kappingin byrjar! 






















Aftur