15-04-2015 |

Gundadalur eigur tørn í hallarmálum

Í umbúna er at byggja Gundadalshøllina út til dupulthøll, og í løtuni taka Kyndil og Fleyr undir við, at kommunan byggir høllina út beinanvegin, tí tímatrotið er ovurstórt. Neistin hevur enn viðmerkingar til uppskotið um yvirtøkusáttmála. Vit kaga her í søguna um hallarútbyggingar í Tórshavnar kommunu, sum m.a. vísir, at Gundadalur hevur staðið í stað í 30 ár, meðan stórar útbyggingar eru framdar aðrastaðni

Føroya elsta hondbóltsfelag er Neistin, sum varð stovnað í 1931 og tí verður 85 ár í 2016. Neistin hevur vunnið 40 meistaraheitir í bestu kvinnudeildini, tað seinasta um vikuskiftið. Mest vinnandi mansfelagið í føroyskum hondbólti er Kyndil. Felagið hevur vunnið 30 meistaraheitir hjá monnunum og hevur nú eisini eitt kvinnulið, sum hvørt ár vinnur heiðursmerkir í finalum. Kyndil fyllir 60 næsta ár.

Hesi bæði feløgini hava verið undangongufeløg í føroyskum hondbólti á so mangan hátt. Túsundtals ungfólk í Havn hava verið undir veingjabreiðinum hjá dugnaligum venjarum í feløgunum, og tann sosiali týdningurin, sum feløgini hava havt fyri býin, er ómetaligur. Varð ovurstóra sjálvbodna arbeiðið gjørt upp í pengum, hevði talan verið um 10-tals milliónir krónur.

Feløgini oddvitar
Kyndil og Neistin – og slóðbrótandi flogbóltsfelagið Fleyr, sum varð stovnað í 1977 – hava altíð verið virkin í hallarmálum. Fyrr varð hondbóltur bara spældur uttandura, men Kyndil var ikki meira enn stovnað í 1956, so fóru fólk í felagnum í 1962 at tala fyri at byggja eina høll á Hálsi. Nevnd varð sett niður at kanna spurningin og søkja um byggiloyvi. Skipað varð eisini fyri innsavning í býnum.

Formliga varð umsókn latin Tórshavnar kommunu um byggiøki 1. apríl í 1963, og tekningar vórðu gjørdar av høllini og áheitan send løgtinginum um stuðul. Kyndil gekk sostatt á odda at fáa høllina á Hálsi bygda, men seinni gjørdist felagnum greitt, at fleiri máttu vera við at lyfta uppgávuna, og tí gingu Kyndil, Neistin, HB, B36 og Havnar Badmintonfelag saman um at savna pening inn í 1966.

Endin varð, at Tórshavnar kommuna játtaði lendið, veitti studning og tryggjaði raksturin. Upprunaliga framskygnið var tó í Kyndli og feløgunum, lesa vit m.a. í kyndilssøguni. Tá høllin so kom í 1970, var tað eitt risastórt framstig fyri allan innanduraítrótt í Havn og eisini samkomulívið. Nevnast kann, at Kyndil spældi fyrstu føroysku Evropa Cup-dystirnar á Hálsi longu í 1972.

Tá ein høll skuldi byggjast í Havn aftrat, vóru feløgini eisini stigtakarar. Á fyrimyndarligan hátt stóðu Kyndil, Neistin og Fleyr saman um at fáa Gundadalshøllina á føtur í 1984. Høllin kostaði 11,5 mió. kr., sum ikki var smávegis verkætlan at syfta. Tungt gjørdist eisini at lyfta verkætlanina, høllin fór av knóranum í 1991, og men seinni seldi Føroya Sparikassi feløgunum høllina aftur, sum enn eiga og reka hana.

Neyðuga útbyggingin
Tórshavnar kommuna er nógv vaksin seinastu 15-20 árini. Fólk fjølgast í Hoyvík, Kollafjørður er komin upp í kommununa, og Argir gavst sum kommuna longu í 1996. Á Vaglinum hevur tí sera stórur dentur verið lagdur á at menna alt, sum er uttan fyri sjálvan býin. Hoyvíkshøllin kom í 2002, høllin í Kollafirði kom í 2007, og nógvar milliónir eru brúktar upp á m.a. skúla og vøll á Argjum.

Fegnast kunnu feløgini í Havn um, at høllin á Hálsi er tett og í ávísum førum nútímansgjørd, men her var ikki talan um nakra útbygging, sum gav feløgunum fleiri hallartímar og nútímans menningarmøguleikar. Ovurstóra trýstið á hallirnar hevur havt við sær, at feløgini mugu uppfinna ónøktandi fyribilsloynsir og renna frá fimleikahøll til fimleikahøll fyri at fáa alt at ganga upp.

Hvørt ár í august seta feløgini seg saman at viðgera, hvussu hallartímarnir kunnu býtast so rættvíst sum gjørligt, og hvørt ár fara fólk hugtyngd og misnøgd av fundi, tí ongin fær nóg mikið. Hjá feløgunum úti um landið er hetta als ikki trupulleikin. Har er í flestu førum ovmikið av tímum, og tí eru feløgini í Gundadali í roynd og veru við sviðusoð í kappingini við onnur feløg.

Aftrat hesum kemur, at feløgini kappast við allan annan ítrótt um at veita limunum nøktandi hølisumstøður. Neistin, Kyndil og Fleyr eiga eitt rúm í part, sum so dánt kunnu hýsa einum taktikkfundi. Feløgini hava hvørki heil hús ella hæddir at hýsa sínum limum í. Við ætlaðu útbyggingini av Gundadalshøllini fáa feløgini 80 fermetrar í part at húsast á. Tað verður stórt framstig, tí tað fer at skapa mennandi lív.

Tekningin hjá MAP arkitketum omanfyri er av dupulthøllini og nýggju feløgshølunum hjá Kyndli, Neistanum og Fleyr - til vinstru. Sambært seinasta sáttmálauppskotinum til feløgini frá kommununi fáa feløgini heili 9 tímar í part aftrat um vikuna

Aftur