22-03-2015 |

Kvinnurnar aftur á veg í FM-finalur

Kyndilskvinnur skulu hava eitt stig í dystunum ímóti VÍF og Sóljuni, so er púra vist, at tær spæla FM-finalur ímóti Neistanum. Hetta gjørdist greitt í dag, tá tær vunnu trygt á Stjørnuni, 27-11. Ivi var ongantíð um úrslitið, tí tær grønu spældu mestsum eftir vild, tó at tær kundu skorað munandi meira, tí fleiri upplagdir møguleikar vórðu brendir. Í 2013 og 2014 spældu kyndilskvinnur FM-finalur, og eftir øllum sólarmerkjum at døma fáa tær eisini møguleikan í 2015. Steypafinalur hava tær spælt í 2014 og 2015. Tær vunnu greipuna í 2014. Kyndilskvinnur eru sostatt komnar ómetaliga langt eftir fáum árum, og verður rætt atborið, kann hendan støðan verða varðveitt leingi aftrat í kvinnudeildini. Málskjúttar í dag: Marianna 7, Turið 6, Anna Sofía 4, Anna 3, Guðrið 3, Bára 2, Gudrun 1 og Ásleyg 1

Aftur