22-03-2015 |

Fyrri hálvleikur var dýrur

Kyndilsmenn megnaðu ikki at koppa H71 á Hálsi í dag, hóast tað var nær við. Trupulleikin var verjan í fyrra hálvleiki, tá 17 mál fóru ígjøgnum. Tað var alt ov nógv. Hálvleiksstøðan var 17-12 til H71, men byrjanin í seinna hálvleiki var einastandandi. Eftir 36 minuttir høvdu kyndilsmenn javnað til 17-17, og so var alt opið. Men H71 dró frá aftur, og hóast støðan eitt skifti var 20-21 og eisini 22-23, so gekk akkurát ikki at fáa H71 aftur ímóti endanum. Úrslitið gjørdist 25-22 til hoyvíkingar. Beint nú tykist mest sannlíkt, at H71 røkkur seinna finaluplássinum, tí enda Kyndil og H71 á jøvnum, er H71 betri innanhýsis. H71 hevur seks stig eftir at spæla um - ímóti KÍF, Team Klaksvík og StíF. Kyndil er tvey stig frammanfyri og hevur fýra stig eftir at spæla um - ímóti VÍF og KÍF. Í hesi løtu høvdu tey bæði stigini, sum Kyndil misti á skrivaraborðinum eftir fyrsta dystin í ár, verið góð at havt, men latið okkum nú síggja, hvør hevur bestu nervarnar ímóti endanum. Enn er onki avgjørt

Aftur