19-03-2015 |

Sólin skein á Hálsi

Kyndilskvinnur settu ivaleyst eitt sjáldsamt met, tá tær vunnu 22-18 á Neistanum í kvøld. Ongantíð munnu kyndilskvinnur hava verið á odda 7-0 ímóti neistakvinnum í einum landskappingardysti fyrr, og hendan leiðslan loypti so stóran hvøkk á Neistan, at oddaliðið kom ongantíð fyri seg í dystinum. Offensiva verjan hjá teimum grønu var einastandandi. Kyndilskvinnur vóru aftur í sínum rætta elementi - virknar, stríðsfúsar og avgjørdar í verju sum í álopi. Soleiðis hava vit sæð tær seinastu 2-3 árini, og nú var rætta lagið aftur at síggja á liðnum. Sigurin gevur kvinnunum ovurstórt sjálvsálit, og nú er at halda kósina sunnudagin ímóti Stjørnuni. Málskjúttar: Marianna 8, Randi 5, Turið 4, Anna Sofía 2, Bjarta 2 og Bára 1. Menninir høvdu sítt stríð í einar 45 minuttir at sleppa leysir av Neistanum. Eina løtu í seinna hálvleiki var Neistin á odda 14-13, men tann støðan vendi skjótt aftur, og tá Kyndil økti munin upp í fýra mál 10 minuttir fyri leiklok, fór luftin úr Neistanum, og Kyndil vann 28-22. Eisini menninir mugu halda kósina sunnudagin ímóti H71! Málskjúttar: Ludvík 7, Andreas 5, Hjalti J. 5, Hans Áki 3, Finnur 3, Frank 3 og Eirikur 1

Aftur