13-03-2015 |

Føroyar vunnu á Íslandi

Føroysku U17 genturnar gjørdu bart í kvøld og vunnu 25-24 á Íslandi í EM-undankappingini á Hálsi, har Føroyar, Ísland, Kekkia og Russland eru við. Føroyar vóru á odda 13-11 í hálvleikinum og høvdu leingi leiðsluna í seinna hálvleiki, men ímóti endanum kom Ísland framum, og tá var vandi fyri, at slagið var tapt. Men føroysku genturnar stríddu seg innaftur í dystin, og í síðsta álopinum skoraði Magna Tórðardóttir úr Kyndli til 25-24. Marianna Eystberg úr Kyndli skeyt 6 mál og var toppskjútti. Beinta Bárðardóttir skeyt trý mál, og aftrat teimum trimum vóru Súna K. Hansen og Vár H. Thomsen úr Kyndli í hópinum. Hanna Hildibjartsdóttir er í bruttohópinum um vikuskiftið. Føroysku spælararnir vóru treystir og noktaðu at geva upp í dag, og høllin var á gosi, tá sigurin var í hús. Til lukku!

Aftur