12-03-2015 |

Tveir týdningarmiklir sigrar

Kvinnurnar reistu seg við at vinna trygt á StÍF í kvøld, og menninir gjørdu sína skyldu ímóti strandingum við at fáa tvey stig aftrat í FM-stríðnum. Bæðini liðini kunnu sjálv gera av, um tey skulu spæla FM-finalur, og tað er avbera gott útgangsstøði so seint í kappingini. Kvinnurnar vunnu 24-18, og ivi var ongantíð um sigurin. Marianna Eystberg skeyt heili 12 mál. Menninir vunnu 21-19, og tað mundi endað við stigamissi síðstu løtuna, men tíbetur fekk Andrias Sólsker síðsta málið, og so vóru stigini heima. Kvinnurnar hava nú møguleikan at seta ferð á aftur eftir at hava verið í aldudalinum nakrar dystir, og menninir tykjast alsamt meira avgjørdir um, at teir skulu spæla FM-finalur í ár. Nógv arbeiði er eftir at gera, og nú er at halda kósina

Aftur