25-02-2015 |

Kyndil til Dronninglund í summar

Aftur í ár fer Kyndil á stóru hondbóltsstevnuna í Dronninglund í Danmark við ungdómsliðum. Stevnan verður hesaferð frá 6. til 11. juli. Farið verður avstað við Norrønu fríggjamorgunin 3. juli.

Felagið hevur sett sær fyri at fara til Danmarkar við gentum og dreingjum í øllum aldursbólkum, og liðini verða sett fyri fráferðina, so venjingin kann leggjast so væl til rættis sum gjørligt.

Við í prísinum, sum er upplýstur spælarum, foreldrum og venjarum, eru spælitroyggja við búmekinum hjá Kyndli, ferð við Norrønu aftur og fram, øll koyring við bussi, kost og logi allar dagarnar, gjald til sjálva kappingina og ein spennandi túrur til Fårup Sommerland.

Eins og so mangan fyrr verður gist í skúlastovum, sum eru beint við vøllirnar og hallirnar. Dystirnir verða spældir bæði innandura og uttandura.

Møguligt er longu nú at flyta pengar fyri hvønn spælara á konto 9181-4791640 í Eik. Viðmerkjast skulu navn, aldur og Dronninglund, tá goldið verður.

Seinasta freist at tekna lið til er fríggjadagin 14. mars, og seinasta gjaldsfreist er fríggjadagin 4 apríl. Vónandi tekna mong seg til túrin, ið uttan iva verður ógloymandi.

Aftur