18-02-2015 |

Kyndilsmenn vístu tenn og bastu VÍF

Soleiðis skal ein hondbóltsdystur spælast, um eitt lið ætlar sær at vinna FM! Ferð var á kyndilsmonnum í kvøld, verjan var krútsterk, og menn høvdu neyðuga tolið og neyvleikan í álopinum. Úrslit: 24-22 sigur á VÍF. Julian stýrdi tí mesta við tryggari hond, og bakkar, vengur og strika slotaðu áhaldandi eftir rætta skotmøguleikanum - og tóku hann mangan. Mladen hálaði tríggjar avgerandi bjargingar úr ermuni síðstu fimm minuttirnar, eftir at hann hevði verið á bonkinum og fingið hvíld. Í Hoyvík var als onki at heinta sunnudagin, og tað lótu vit ongan iva vera um her á heimasíðuni heldur. Í kvøld vóru bæði stríðsvilji og hjartablóð at síggja. Soleiðis skal tað bara gerast! Kvinnurnar taptu stórt ímóti VÍF. Tað var verri. Onki riggaði í álopinum, og mistøkini vóru stór og mong. Úrslit: 27-17 til VÍF. Veruleikin er, at Kyndil til november mánað helst var besta liðið, tí VÍF og Neistin ikki vóru komin á flog tá, men tað eru liðini nú. Tey hava eisini skjúttar, sum hvønn dyst levera minst átta mál, og tað hevur Kyndil ikki - ið hvussu er ikki hvønn dyst. Onki er avgjørt enn, hóast VÍF kom nærri í FM-stríðnum, og skal aldudalurin hava vitjan, so er betri, at tað hendir nú, tí raka vit aldukambin eitt sindur seinni, raka vit hann í rættari løtu, og so kunnu vit saktans spæla finalur enn einaferð. Drívið á, kvinnur! Vit koma aftur!

Aftur