15-02-2015 |

Undir lágmarkið í Hoyvík

Ongin ferð, onki nærlagni og ongin vilji til at taka av gylta møguleikanum at spæla FM-finalur seinni ár. So stutt kann ummælið av dystinum hjá kyndilsmonnum ímóti H71 í Hoyvík seinnapartin skrivast. Kyndil tapti 22-18 í einum heilt ringum dysti. H71 kom ongantíð undir trýst. Kyndil gekk í álop, gjørdi 9-10 brotskøst og fekk kostnaðarmiklar útvísingar, hvørja ferð munurin kundi minka. Stutt sagt var tað óskiljandi, at menn kunnu leggja so lítið hugflog og hjartablóð fyri dagin í einum so týdningarmiklum dysti. Tá VÍF kemur til Havnar mikudagin, mugu aðrir bollar í suppuna, og liðið má spæla sum fyri lívinum. Annars kann so skjótt henda, at onnur spæla FM-finalur í apríl. Ljóspunktið var Andreas Sólsker við fleiri fínum málum av vonginum, og Mladen tók seks brotskøst! Men sama segði tað, tá so lítið hendi í hinum endanum

Aftur