13-02-2015 |

Kyndil vunnið 41 steyp síðan 2010

Við teimum trimum steypunum, sum ungdómsliðini hjá Kyndli vunnu í steypakappingini farna vikuskifti, er talið á steypum hjá felagnum í steypakapping og landskapping síðan 2010 komið upp á 41. Í steypakappingum eru 23 steyp vunnin og í FM-kappingum 18. Allar deildir eru tá taldar við, tó ikki B-bólkar, har fimm sigrar annars eru skrásettir

Í sambandi við væl eydnaðu steypakappingarnar, sum HSF skipaði so fyrimyndarliga væl fyri farna vikuskifti, varð útgivin snotilig skrá, har m.a. myndir av liðum við nøvnum á spælarunum vóru í. Aftast í skránni sást, hvussu nógv øll liðini hjá feløgunum hava vunnið í steypakappingum fleiri ár aftur í tíðina.

Yvirlitið er í mangar mátar áhugavert, ikki minst tá hyggjast skal at, hvussu gingist hevur í nýggjasta áratígginum. Í yvirlitinum sæst, at Kyndil er mest vinnandi felag í steypakappingum síðan 2010 við 23 steypum í øllum deildum. H71 er á øðrum plássi við 15 steypum og Neistin nr. 3 við 14 steypum.

Fyrr vunnu dreingjaliðini hjá Kyndli væl meira enn gentuliðini, men her hevur felagið megnað at fingið javnvág í roknskapin. Av teimum 23 steypasigrunum síðan 2010 hava dreingir og menn vunnu 11 og gentur og kvinnur 12. Snøggari kann tað ikki vera, og sunt er hetta í allar mátar fyri menningina hjá einum felag.

Ein samanteljing av FM-heitunum, ið eru skrásett á hsf.fo, vísir, at Kyndil síðan 2010 hevur vunnið 18. Tilsamans er grønt gull tí vunnið 41 ferðir millum 2010 og 2015 - og 2015 er ikki av enn. H71 hevur vunnið 19 meistaraheitir og Neistin 16. Tilsamans hevur H71 í landskapping og steypakapping sostatt vunnið 34 steyp og Neistin 30. Av hesum 30 hjá Neistanum eiga menn og kvinnur heili 10.

Kyndilsfólk kunnu fegnast um góðu gongdina, tí hon vísir, at øll í felagnum gera eitt avbera gott arbeiði. Í H71 og Neistanum fegnast tey ivaleyst eisini um at vinna nógv, men vert er at leggja til merkis, at feløgini í høvuðsstaðnum vinna nærum alt í landskapping og steypakapping. 

Ein orsøk til hetta er ivaleyst, at tey trý feløgini eru størri enn hini feløgini, og ein onnur orsøk kann vera, at kappingin millum høvuðsstaðarfeløgini er hørð. Serliga seinastu fimm árini hevur H71 við fólkavøkstrinum í Hoyvík tikið dik á seg, men hetta hevur so fingið hini feløgini at svara aftur - bæði í bestu deildunum og ungdómsdeildunum.

Stevnan í Kyndli er enn sum áður samanhald, lærdómur og vinnaraandi. Hóast øll lið hjá felagnum ikki altíð vinna, so er hvørt kappingarár ein sigur á tann hátt, at alsamt fleiri yngri spælarar læra betur og betur at spæla hondbólt. Stevnan verður tann sama í framtíðini, sum vónandi verður líka grøn sum undanfarnu árini. Nógv er so eftir at kappast um longu í ár.

Aftur