08-02-2015 |

Grøna framtíðin speglar sær í gulli

Kyndilstónarnir rungaðu, tá steypafinaludagurin hjá teimum yngru endaði á Hálsi í kvøld kl. 21.00. Tá hevði Kyndil vunnið trý gull av trimum møguligum. Tað síðsta gullið vunnu dreingir 16 so sannførandi á H71, 21-12, at áskoðararnir klappaðu fyri teirra maktdemonstratión fimm teir síðstu minuttirnar. Frammanundan høvdu gentur 14 vunnið gull, 14-13 á H71, og gentur 17 syftu sítt gull heim ímóti Stjørnuni, 15-12. Dagurin var rætt og slætt einastandandi. Hava vit so í huga, at dreingir 12 og dreingir 18 vóru sera stutt frá at spæla steypafinalur, kunnu vit væl nøgd staðfesta: Kyndilsungdómurin glógvar av álvara, og venjararnir gera eitt megnar arbeiði! Til lukku, øll somul!

Aftur