07-02-2015 |

Neistin og VÍF steypavinnarar

Neistakvinnur vóru stinnari ímóti kyndilskvinnum í steypafinaluni í dag. Ov fáir kyndilsspælarar raktu besta formin, meðan útlendski stórskjúttin hjá Neistanum, Milicia, bumbaði 11 bóltar í netið. Tað var munurin, og so fór gullið til Neistan

Longu frá byrjan í dystinum tóktist álopsspælið hjá kyndilskvinnum at vera stirvið og ikki so hugflogsríkt, og skotini sótu ikki væl. Fríða í Neista-málinum hevði tí ov lætt spæl. Støðan var eitt skifti 11-6 til Neistan, men so kom eitt sindur av ferð á ímóti endanum av hálvleikinum, og okkara komu upp á 9-11 í steðginum.

Í løtum í seinna hálvleiki var líkt til, at kyndilskvinnur skuldu hála seg innaftur á Neistan. Avgerandi løtan var helst, tá støðan var 18-16 til Neistan, og okkara skutu á stongina. Tá hetta ikki gekk, dró Neistin frá aftur og vann 24-19. Ágrýtnasti kyndilsspælarin var Turið Arge Samuelsen. Hon veruliga glógvaði við fimm flottum málum.

Veruleikin er í løtuni, at neistakvinnur eru heldur sterkari enn Kyndil, serliga tá Melicia fær ov gott pláss. Fæst tamarhald á henni, álopsspælið gerst betur, og okkara málmenn taka nakrar bóltar aftrat, so vendir eydnan restina av kappingini, og so kann væl henda, at FM-finalurnar eru vísar. So framá, kvinnur!

Kærumál og órógv
Rumbul var undan finaludystinum í sambandi við reyða kortið hjá Biritu Wardum og undantaksloyvið, sum ein av Neista-spælarunum ikki hevði at spæla í bestu deildini. Vantandi loyvið kostaði Neistanum tvey stig í landskappingini, eins og tá kyndilsmenn mistu tvey stig fyrr í ár orsakað av einum vantandi spæliloyvi.

Í sambandi við kærumálið hjá kyndilsmonnum lá Kyndil á knæ og bønaði bæði Team Klaksvík, HSF, Aganevndina, Dómsnevndina og Ítróttadómstólin um at vísa ítróttaanda og í mesta lagi geva eina bót, so stigini ikki hvurvu. Ongin lurtaði. Øll, sum viðgjørdu og viðmerktu málið, kravdu, at Kyndil skuldi tapa fyri óskil í egnum pappírum.

Kyndil sum felag var helst ov góðtrúgvið at halda, at ítróttarandin fór at sigra í tí málinum, so stigini kundu verða varðveitt. Hugt varð bara eftir paragraffunum, og stigini fekk so Team Klaksvík. Tí var onki at siga til, at liðugt var við vælvildini hjá Kyndli, tá eitt mál um eitt vantandi undantaksloyvi knappliga tók seg upp í vikuni. Paragraffir eru paragraffir.

Rætt er kortini, sum fleiri hava sagt, at stríðsmál í steypakapping og landskapping av ymsum slag tæna ikki sjálvum hondbóltsspælinum. Kyndil hevur eftir óhepnu rokanina um dystin í hálvfinaluni ímóti VB tikið í egnan barm innanhýsis og ásannað, at felagið átti ov stóran lut í tí øsing, sum stóðst av óhepnu dystarleggingini tá.

Kappingarnevndin skuldi sjálvsagt ikki havt lagt dystirnar hjá Kyndli samstundis, tí ein limafundur í HSF samtykti fyri tveimum árum síðan, at júst hetta skuldi ikki koma fyri í steypakappingini hjá nøkrum felag. Hetta skal gerast betur næstu ferð, hevur HSF ásannað, so tað skuldi komið í rættlag í bestu semju.

Neistin er gullvinnari í steypakappingini hjá kvinnum 2015, og Neistanum ynskja vit hjartaliga til lukku við gullinum. VÍF er steypavinnari hjá monnum eftir ein sera spennandi dyst ímóti Neistanum, sum beit sera væl frá sær. Til lukku, VÍF, við flotta og kærkomna gullinum!

Við góðum treysti stevna vit ímóti næstu uppgávunum í landskappingini hjá kvinnum og monnum, tí nógv er eftir at spæla um í ár!

Aftur