28-01-2015 |

Fyrst var dagur - so var nátt

Kyndilsmenn spældu ein fínan fyrra hálvleik í Vestmanna í seinnu hálvfinaluni, har teir fyrst fóru framum 5-1 og síðan togaðust stavn um stavn við VÍF, ið var á odda 15-14 í hálvleikinum. Onki bendi á annað enn ein líka javnan seinna hálvleik, har avgerðin um, hvat lið skuldi koma í finaluna, fór at falla ímóti endanum. Men okkara menn vóru ikki so grótharðir sum vestmenningar. Merkiliga ráðaleyst - heilt uttan orsøk - tóktist kyndilsliðið at vera frá byrjan í seinna hálvleiki, og liðið skoraði bara ikki. VÍF dró alsamt meira frá, og so var stórsigurin brádliga veruleiki - 32-23. Hatta var tað hjá monnunum í steypakappingini í ár. Nú skal reflekterast í 24 tímar, meðan sárini verða sleikt, og so vaknar stríðshugurin aftur, og vit seta ferð ímóti FM-finalunum sunnudagin. Tá munnu teir flestu ætla at rista vónbrotið av sær við einum kanónavriki. Til lukku, VÍF! Væl uppiborið! Og til lukku, Neistin!

Aftur