22-01-2015 |

Framá Kyndil í hálvfinalunum!

Beint áðrenn hálvfinalurnar í steypakappingini hjá teimum vaksnu og steypafinalurnar hjá teimum yngru skulu spælast, eru nýggju venjingarbúnarnir hjá Kyndli komnir, og í kvøld vórðu mansliðið og kvinnuliðið avmyndað í teimum. Sera snøggur hópur av dugnaligum fólki! Menninir spæla hálvfinalur ímóti VÍF og kvinnurnar ímóti VB, so her eru heili tveir finalumøguleikar at veiða! Vit geva øll 125 prosent í hálvfinalunum! Drívið á, grønu stríðsfólk og áskoðarar, og latið logan lýsa bjartari enn nakrantíð!

Aftur