21-01-2015 |

Dreingir 12 eru ídnir og hugagóðir

Einir 30 dreingir møta hvørja ferð upp til venjing í D12 hjá Kyndli, og væl hevur gingist teimum higartil í ár. Teir eru sera ágrýtnir og møta sum oftast ein hálvan tíma undan venjing mánadag og hósdag, so teir kunnu vera klárir, tá venjingartímin byrjar. Við gylta árganginum í D12 byrjar ein greinarøð her á síðuni, har venjararnir siga frá, hvussu gongst ymsu liðunum

Harald Bjørgvin, Bárður Johannesen og Uni Wardum hava tikið sær av venjingunum hjá D12, og teir leggja bæði dent á taktiskt hondbóltsspæl, góða koordinatión og styrkivenjingar. M.a. er umráðandi at hava sterkar búk- og ryggvøddar, tí er bulurin sterkur, er kroppurin betur fyri í allar mátar til hondbólt. Hans Mikkelsen, ítróttalærari í Hoydølum, hevur lagt lag á við styrkivenjingum.

"Vit læra dreingirnar, at teir eisini kunnu venja heima. Teir gera sjálvir av, um teir tíma, men vit hava sagt, at venja teir miðvíst, gera teir stór framstig upp á fáar vikur, tí hetta eru júst røttu venjingarnar at styrkja kroppin. Nógvir hava tikið av møguleikanum og gera venjingarnar, og eg má taka hattin av fyri Hans, tí hann ger eitt stórt arbeiði fyri hondbóltin í Føroyum," sigur Harald Bjørgvin.

D12 hava eins og fleiri onnur lið ov fáar tímar í høll, men hóast hetta býta venjararnir dreingirnar sundur og leggja venjingarnar soleiðis til rættis, at allir skulu fáa sum mest burturúr. Málið er, at dreingirnir skulu mennast so nógv sum gjørligt, serliga viðvíkjandi grundleggjandi dygdum í hondbóltsspælinum. Eisini er umráðandi, at spælarar læra at taka sjálvstøðugar avgerðir á vøllinum.

"Undir venjingunum skapa vit spøl, har spælararnir koma í støður, har teir hava fleiri møguleikar, harav ein møguleiki er bestur. Hetta eru sera einføld spøl, sum menna hvønn einstakan spælara skjótt. Vit hava býtt liðini soleiðis, at dreingirnir hóska væl saman. Teir yngstu eru á c-liðnum. Hinar dreingirnir eru býttir út á a og b eftir, hvørjar førleikar hvør einstakur hevur, og hvussu teir menna seg best saman," sigur Harald Bjørgvin.

Gongur støðugt framá
Venjararnir fegnast nógv um, tá menning sæst á liðunum. Næstsíðsta vikuskifti spældi b-liðið tveir dystir. Fyrra dystin spældi liðið ikki væl, men seinna dystin spældi tað munandi betur. Munurin var bara hugburðurin. Dreingirnir vóru nógv ágrýtnari seinna dystin og fluttu seg betur uttan bólt. Hetta gjørdi, at spælið fleyt betur, so teir komu til fleiri møguleikar. Tað var stuttligt at síggja, heldur Harald.

Í landskappingini er a-liðið klárt nr. 2, b-liðið er nr. 6 og c-liðið nr. 1. Sera væl hevur gingið hjá c-liðnum, og júst hetta liðið verður verandi í D12 eitt ár aftrat, so spennandi verður at síggja, hvussu dreingirnir halda fram at mennast. Á b-liðnum gongur betur og betur, og a-liðið hevur eitt lið framman fyri seg, sum er H71 a.

Í steypakappingini hava øll trý liðini verið við. Við a-liðnum spældu dreingirnir seg i hálvfinaluna sum nr. 2. Hetta hevði við sær, at liðið møtti H71 a. Hoyvíkingar, sum spæla væl í løtuni, vunnu. Kyndilsdreingir skuldu so spæla ímóti Team Klaksvík um bronsuna. Her vann Kyndil 12-4.

"Fleiri av okkara spælarum eru á úrvalsliðnum hjá D12, og lítið er at ivast í, at hetta ikki bara mennir teir sum hondbóltsspælarar, men eisini skapar ein góðan íttróttaranda millum ymsu liðini. Ivaleyst fer hetta at koma hondbóltinum til góðar seinni," sigur Harald Bjørgvin at enda.


Kyndil a D12


Kyndil b D12


Kyndil c D12

Aftur