08-01-2015 |

Ítróttadómstólurin viðgjørdi heldur ikki mismun

Ítróttadómstólurin hjá ÍSF hevur gjørt úrskurð viðvíkjandi kæruni hjá Kyndli um avgerðina hjá Dómsnevndini um, at Kyndil skuldi tapa dystin ímóti Team Klaksvík 28. september 2014, sum Kyndil annars vann 32-18. Dómstólurin staðfestir í sera stuttorðaðari niðurstøðu fáorðaðu avgerðina hjá Dómsnevndini og viðger ikki sjálvt innihaldið í kæruni, sum snúði seg um mismun, sum Kyndil heldur verður framdur í eftlrilitinum hjá HSF við dómaraseðlum, spæliloyvum o.l. Málið um dystin er endaliga avgreitt, tvs. Kyndil tapir hann og verður standandi á 19 stigum, men málið um, hvørjar meginreglur eru galdandi fyri eftirlitið hjá HSF, er óavgreitt, tí hesar meginreglur kennir framvegis ongin. Sí kæruna hjá Kyndli til Ítróttadómstólin og niðurstøðuna hjá dómstólinum

Kæra frá Kyndli um úrskurð hjá Dómsnevndini undir HSF send 4. desember 2014:

Kyndil kærir við hesum úrskurðin hjá Dómsnevndini undir Hondbóltssambandi Føroya í málinum um dyst A101 millum Kyndli og Team Klaksvík í Atlantic Airways-deildini 28. september í ár.

Seks dagar eftir dystin boðaði umsitingin hjá HSF Team Klaksvík frá, at Rune Olsen hjá Kyndli ikki hevði spæliloyvi. Hetta hevði við sær, at Team Klaksvík kærdi dystin, sum Kyndil annars vann 32-18, til Aganevndina.

Aganevndin gjørdi av, at Kyndil skuldi tapa dystin, tí liðið hevði spælt við spælara, sum ikki hevði spæliloyvi. Kyndil kærdi avgerðina til Dómsnevndina, tí felagið helt, at umsitingin virkaði í heimildarloysi og framdi mismun.

Kyndil hevur ført fram, at umsitingin hjá HSF ófráboðað hevur broytt mannagongd viðvíkjandi eftirliti við spæliloyvum, dómaraseðlum o.l. við at leggja seg út í dystir á skrivaraborðinum. Hetta er púra óvanligt og heldur ikki samsvarandi reglugerðini hjá HSF.

Í kappingarreglunum stendur í grein 5.18, at leiðslan í einum felag skal gerast varug við skeivleikar í dystum. Okkara greiða fatan er, at tað merkir, at felagið - ikki umsitingin - skal kæra møguligar skeivleikar í dystum. Umsitingin hevur onga heimild á hesum øki frá aðalfundinum hjá HSF ella í nakrari reglugerð.

Kyndil førdi fram mótvegis Dómsnevndini, at kærumálið hjá Team Klaskvík av hesi orsøk átti at verið kolldømt, og at upprunaliga úrslitið av dystinum 32-18 átti at verið standandi. Í mesta lagi kundi bót ella átala til Kyndil koma upp á tal.

Hetta førdi Kyndil fram, tí felagið hevur staðfest, at umsitingin fremur mismun við sínum óreguleraða og ósamtykta eftirlitshátti. 4. oktober spældu StÍF og Kyndil dyst á Skála í 1. deild, har StÍF vann 31-26, men brúkti ólógligan spælara, sí nærri um hetta í kæruni hjá Kyndli til Dómsnevndina.

Kyndil fekk onga fráboðan um hendan ólógliga spælaran frá umsitingini, og felagið fekk tí ikki sama møguleika at kæra, sum Team Klaksvík fekk, tá Team Klaksvík varð eggjað til at kæra Kyndil í Atlantic Airways-deildini.

Staðfest er, at tilvildin ræður í umsitingini, og at mismunur verður framdur við sera skaðandi ávirkan á Kyndil í kappingini. Av tí, at hetta er staðfest, eigur Kyndil ikki at tapa dystin ímóti Team Klaksvík.

Hevði HSF-umsitingin ikki boðað Team Klaksvík frá Rune Olsen innan 10 dagar eftir dystin, men Team Klaksvík seinni hevði verið varugt við vantandi spæliloyvið og kærdi, hevði bara bót til Kyndil komið upp á tal sambært reglunum.

Júst hetta er støðan hjá Kyndli í 1. deild í sambandi við dystin ímóti StÍF 4. oktober. Kyndil kann kæra, men vinnur ikki dystin, og StÍF kann í mesta lagi fáa bót. Í hesum liggja tilvildin og tann fyrisitingarliga órættvísi mismunurin.

Kyndil heitir á Ítróttadómstólin um at taka málið upp, staðfesta eina bót heldur enn eitt tap til Kyndil og annars heita á HSF um at skipa sína umsiting á rættvísan, reglufastan og gjøgnumskygdan hátt, so álitið á hana kann endurreisast.

---

Ítróttadómstólurin sigur orðarætt í síni niðurstøðu eftir at hava endurgivið málið:

Samb. grein 5.18 í kappingarreglunum kann leiðslan í einum felag, um hon kemur eftir, at ein spælari er brúktur ólógliga, mótmæla innan tíggju dagar eftir, at dysturin varð leiktur.

Grein 5.18 hevur onga áseting um, á hvønn hátt ella hvaðan leiðslan hevur fingið sína vitan frá, og tí er eingin treyt, at hon sjálv skal hava funnið útav tí fyri at kunna kæra.

Tá grein 5.18 onga áseting hevur um, á hvønn hátt leiðslan hevur fingið sína vitan, kæran er rættstundis, umframt at grein 3.5 í kappingarreglunum ikki gevur møguleika fyri undantaki ella fráviki, ger ítróttadómstólurin tí henda

úrskurð

Avgerðin hjá Dómsnevndini, dagfest 28. november 2014 verður staðfest.

---


Aftur