14-12-2014 |

Sannførandi avrik á Hálsi í dag

Menninir vunnu sannførandi 29-26 á KÍF í høllini á Hálsi í dag eftir at hava verið frammanfyri 12-10 í hálvleikinum. Teir tóku seg spakuliga framum í fyrra hálvleiki og hildu seg frammanfyri allan seinna hálvleik, men eina løtu komu kollfirðingar upp á 25-24. Tá var øgiligur spenningur, men so svaraði Kyndil aftur, m.a. tí KÍF gjørdi mistøk, og so gjørdist sigurin kortini tryggur. Hetta var besti dystur hjá kyndilsmonnum í ár. Hópurin er sera íðin og nærlagdur, og lønina fær hann nærum hvønn dyst. Bæði Mladen, verjan og álopið eru ofta flúgvandi, men enn er langt á mál, og leygardagin er Team Klaksvík á skránni. Kvinnurnar vunnu 37-13 á Søljuni. Ivi var ongantíð um úrslitið, og næstu ferð kemur VB á vitjan. Umráðandi er, at menn og kvinnur ikki fara í jólafrí, áðrenn dystirnir eru spældir, tí meðan jarnið er heitt, skal av álvara smíðast! Málskjúttar menn: David 9, Finnur 4, Frank 3, Julian 3, Rógvi 2, Bjarni 2, Høgni 2, Birgir 2, Andreas 1 og Ludvík 1. Málskjúttar kvinnur: Anna 11, Bjarta 7, Randi 6, Turið 5, Gudrun 4, Barbara 1, Anna Sofía 1, Sanna 1 og Ásleyg 1

Aftur